Formaður Tjóðveldis fegnast um stóru undirtøkuna sum nýggja veljarakanningin gevur.
- Nú vita vit, at ein veljarakanning bert gevur eina løtumynd, men eg eri fegin um, at vit fáa so góða undirtøku millum fólk, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at ein slík veljarakanning eisini hevur sín týdning.
- Hetta er ein greið tala um, at vit vija hava fólkaræði í Føroyum. Samgongan missir 10%, og tað er rættiliga ógvusligt í einum nútímans samfelag, sigur Høgni Hoydal
Hann hedur at vit í dag ikki hava brúk fyri einum politikki, ið spjaðir.
- Vit hava brúk fyri at standa saman um okkara samfelag, tí hóast vit kunnu vera ósamd í summum málum, so eiga vit at fremja ein politikk, ið savnar heldur enn spjaðir, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at veljarakanningin í øllum viðurskiftum mælir til eina nýggja stjøorn.
- Ja, tað hadi eg. Tá samgongan missir 10%, so taka vit tað sum ein boðskap, og tan boðskapurin er, at tað arbeiði, vir gera, er á rættari leið. Vit hava eitt stríð móti ES í løtuni, men innanhýsis er samfelagið við at syndrast av teimum avgerðum, sum samgongan tekur í løtuni, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur at tað sum nú umræður, er, at fáa landaskil aftur í Føroyum.
- Vit mugu semjast um, hvussu landið skal skipast, og eg eri fegin um, at ein slík valjarakanning vísir, at tað er tann vegin, vit skulu ganga, sigur Høgni Hoydal.










