Fólk við royndum fá nú hægri tímaløn

Sáttmálin, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, skrivaðu undir síðstu nátt, er slóðbrótandi, tí nú fáa tey, sum hava royndir á einum arbeiðsplássi, hægri løn enn tey, sum lítlar, ella ongar royndir hava

 

Semingsuppskot


?Hesin sáttmálin er søguligur. Og tað eru vit fegin um.

Feløgini, sum hava verið í verkfalli í næstan tríggjar vikur, gjørdi í hvussu so er eitt veruligt framstig í teirri semjuni, sum varð undirskrivað tíðliga í gjáramorgunin.

Og tað er, at nú fáa tey, sum hava royndir á einum arbeiðsplássi, hægri løn enn tey, sum lítlar, ella púra ongar royndir hava.

? Tað er nakað spildurnýtt í sáttmálum hjá tímaløntum, bæði í Føroyum og í øllum grannalondum okkara, uttan í Íslandi, og tí er hettta ein søgulig løta hjá føroysku arbeiðarafjøldini, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.


Somu lønarhækking

Annars gevur semjan, sum nú er gjørd, limunum í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag somnu lønarhækking, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík fingu, tá ið tey skrivaðu undir nýggjan sáttmála, fyrst í mei.

Talan er um ein tvey ára sáttmála og 1 mei í ár hækkar grundlønin 4,24 krónur um tíman og 1. mei næsta ár, hækkar hon aftur 4,24 krónur um tíman.

Somuleiðis hækkar eftirlønin. Tann 1. mei í ár, hækkar eftirlønin 0,8% og 1. mei næsta ár, hækkar hon aftur 0,8%.

Yvirtíðin leygardag, frá kl. 8-24, verður 65%.

Annars verða ásetingarnar strikaðar fyri arbeiði á fiskavirkjum, sum varar styttri enn trý samdøgur. Tað vil siga, at verður arbeitt í vaktum, skal tað vera í minst trý samdøgur, annars, skal vanlig yvirtíð gjaldast.


Fáa tvær krónur afturat

Men afturat vanligu lønarhækkingini, fáa tey, sum hava trý ára starvstíð hjá sama arbeiðsgevara, eina eyka viðbót upp á eina krónu um tíman.

Tey, sum hava arbeitt í fimm ár hjá sama arbeiðsgevara, fáa eina krónu afturat, soleiðis at tey, sostatt fáa tvær krónur meiri um tíman, enn vanliga tímalønin er.

Við starvstíð er at skilja tann tíð, sum hevur verið í starvi hjá sama arbeiðsgevara. Tá virki skiftir eigara, skal starvstíðin hjá fyrrverandi eigarum teljast við í starvstíðina hjá nýggja eigaranum.

Hesar viðbøturnar fyri starvstíð koma partvís í gildi beinanvegin, tí hálv viðbót fyri trý ára starvstíð verður latin longu frá 1. mai í ár.

Tað vil siga, at tey, sum nú hava verið á sama arbeiðsplássi í trý ár, fáa eina eyka viðbót upp á 50 oyru um tíman frá 1. mei í ár at rokna.

Hjá teimum, sum hava verið trý ár á sama arbeiðsplássi, hækkar tímalønin 1. mei í ár sostatt fyrst 4,24 krónur í vanligari lønarhækking, men harumframt fáa tey 50 oyru í aldursviðbót. Hækkingin er sostatt 4,74 krónur um tíman tilsamans.

Næsta ár hendir onki, men full viðbót fyri trý ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2003. Viðbótin fyri fimm ára starvstíð verður latin frá 1. mai 2005.