CPF Denmark A/S afturkallar partí av liðugtrættinum Chicken Tikka Masala, sum er seldur í føroyskum handlum. Av misgáum er brúkt tilfar við allergenunum hveiti (gluten), sesam og soja. Hesi allergen eru ikki ávíst á merkingini.
Av misgáum er brúkt tilfar við allergenunum hveiti (gluten), sesam og soja í hesum báðum lottunum. Hesi allergen eru ikki ávíst á merkingini.
Tey, ið hava ovurviðkvæmi ella intoliransu móti hesum allergenum, kunnu gerast sjúk, um tey eta vøruna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
- Brúkarar, ið hava ovurviðkvæmi ella intoliransu móti gluten, sesam og ella soja eiga ikki at eta vøruna. Vøran kann koyrast burtur, ella latast aftur í handilin, har hon er keypt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Talan er heilt neyvt um hesa vøruna: Coop Chicken Tikka Masala, kylling tikka masala med gule jasminris.
Nettoindhold: 350 g
Lot numrene: 0562092 B06 og 0562092 B07
Bedst før dato: 2/4-2021
EAN stregkode: 7340011456742