Fólk við góðari løn eru vandamiklari í ferðsluni

Tað er samanhangur ímillum løn og ferð, vísir ein kanning hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

Tað er ein gomul sannroynd, at tað er ein týðiligur samanhangur ímillum, hvussu skjótt bilar koyra og vandan fyri ferðsluóhappi. Men ein kanning hjá Ráðnum Fyri ferðslutrygd, vísir, at tað er eisini ein samanhangur ímillum, hvussu góða løn, bilførarar hava, og, hvussu skjótt teir koyra.

Í kanningini eru bilførarar kring alt landið, spurdir, hvussu skjótt teir koyra, og í hesum sambandi eru teir eisini spurdir um, hvussu nógv teir tjena. Og tað sæst, at meiri teir tjena, skjótari koyra teir, og sostatt eru teir eisini til størri vanda í ferðsluni.

Kanningin vísir, at bilførarar, sum hava eina løn undir 250.000 krónur um árið, siga, at teir halda seg niðri á 85 - 86 kilometrar um tíman, men teir, sum tjena upp ímóti 350.000 krónur um árið, siga seg vanliga koyra oman fyri 87 kilometrar um tíman. Men bilførarar, sum tjena upp ímóti eina hálva millión um árið, siga seg vanliga koyra oman fyri 88 kilometrar um tíman.

Onkur hevur mett, at ein orsøk er, at tey, sum tjena nógv, hava ráð til at fáa sær størri bilar,  við størri motori, har tað er lætt at koyra skjótari. Men hinvegin eru minni bilar eisini so mikið góðir at koyra í, at ferð merkist ikki so væl á teimum.