Løgreglan tók ein bil leygarnáttina, sum koyrdi runt í býnum við viðførislúkuni opnari og fólkum sitandi í viðførisrúminum. Bilførarin verður nú skuldsettur fyri brot á ferðslulógina.
Ein bilførari varð steðgaður fyri ov nógva ferð á vegastrekkinum við Áir seinnapartin sunnudagin. Ferðin máldi 141 km/t og fer málið í rættin, har avgerðin um, viðkomandi bilførari skal missa koyrikortið ella ikki, verður tikin.