Ein nýggj kanning vísir, at 50 prosent av brúkarum av smartphones verða bundin av telefonini. Tørvurin á at verða konstant online ger okkum bundin at iPhone. Ein nýggj kanning sum Stanfort University hevur gjørt vísir, at nærum 50 prosent av iPhone eigarum eftir eitt ár gerast bundin at telefonini. Tað skrivar bt.dk
Luttakararnir í kanningin skuldi millum annað svara uppá, hvussu bundin tey vóru av teirra telefon. 48 prosent av luttakarunum svaraðu 4 og 5, á eini skala frá 1 ? 5.
Skjótt internet, nýggir gjaldsmøguleikar og annað hevur gjørt, at ein sokallað smartphone er meira enn bert ein fartelefon fyri brúkararnar. Tað er tí, at fleiri ikki kunnu ímynda sær eitt lív uttan, sigur Thomas Bjørner við eb.dk. Hann er lektor í mediesosiologi í universitetinum í Aalborg.
41 prosent av luttakarunum í kanningini halda, at tað hevði verið ein ræðuligt, um tey mistu teirra telefon.
-Vit hava alt okkara lív í telefonini. Vit hava okkara kontaktir, okkara kalendara og okkara vinir í telefonini. Tí føla vit okkum bundin at henni, og tí eru vit so bangin fyri at missa hana burtur, sigur Thomas Bjørner við eb.dk.