Fólk í vandabólki verða koppsett ókeypis

Tað týdningarmesta í sambandi við at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur, sigur Heilsumálaráðið.

Sjúkueyðkennini eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38˚ Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.

Fólk í vandabólki og tey, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa - eitt nú fáa trupulleikar við at anda - skulu vera serliga ansin og eiga tey at seta seg í samband við egnan lækna, um tey ella onkur í húskinum fáa sjúkueyðkenni.

Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt. Nærri útgreining av vandabólkum sæst niðanfyri.

Sum áður boðað frá, so fáa fólk, sum eru í størri vanda fyri at blíva álvarsliga sjúk av H1N1, í næstum bjóðað at verða koppsett ókeypis. Persónar við hesum varandi sjúkum verða mett at vera í vandabólki:

? Lungnasjúkur sum KOL, astma við varandi obstruktión og astma, sum er ring at stýra, cystisk fibrosa, sarkoidosa, lungnafibrosa umframt aðrar lungnasjúkur, serliga tá lungnavirkni er minkað, ella tað ofta eru lungnainfektiónir.

? Hjarta- og æðrasjúkur, serliga svár koronarsjúka, hjartasvignan, svárir hjartaklaffatrupulleikar (ikki avmarkað til hækkað blóðtrýst).

? Blóðsjúkur, serliga hæmoglobinopatiir.

? Diabetes 1 og 2, serliga við truplum hjarta- og nýrasjúkum ella við viknan orsakað av diabetiskum seinfylgjum ? ella diabetes, sum er trupul at stýra.

? Minkað immunverja, sum er viðfødd ella íkomin, t.d. vegna hiv-smittu ella heilivágsviðgerð.

? Sjúka í nerva-vøddalagnum, ið ávirkar lungnavirkni ella minkar um megina at hosta.

? Varandi livur- og nýrasvignan (vegleiðandi GFR < 30 ml/min)

? Ovurfiti (vegleiðandi BMI > 40)

? Aðrar sjúkur, har støðan eftir meting frá læknanum viðførir, at influensasjúka hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.

Somuleiðis eru í vandabólki:

? Barnakonur, sum hava eina av teimum nevndu varandi sjúkum.

? Aðrar barnakonur, tá lækni metir tað vera neyðugt.

? Og húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immunverju.

Víst verður annars til heimasíðurnar hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo, danska Heilsustýrið, www.sst.dk, og Statens Serum Institut, www.ssi.dk, har fleiri upplýsingar eru at finna um H1N1.