Fólk valdu tryggleikan

Í samrøðu við Rás2 í dag segði Edmund Joensen, sum gjørdist annar sigursharrin á fólkatingsvalinum í gjár, at semjusøkjandi politikkur hansara á Christiansborg ivaleyst er ein orsøkin til, at Sambandsflokkurin og Edmund Joensen sjálvur høvdu eitt so gott val í gjár.

- Mítt arbeiði hevur verið semjusøkjandi og at virka fyri búskaparligum tryggleika, nú tíðirnar hava verið trongar, og bankakervini hava rillað. Eg haldi, at fólkið hevur tikið hetta til sín og hevur við valúrslitinum sagt, at tey velja tryggleikan, eins og tey vilja vera ein partur av heiminum.

Edmund Joensen segði, at Sambandsflokkurin í valstríðnum hevur ført fram, at flokkurin stendur fyri búskaparligum tryggleika og fólkavøkstri í Føroyum.

- Eg haldi, at valið er eitt tekin um, at fólk kenna seg trygg í ríkisfelagsskapinum, og tí hava so mong valt Sambandsflokkin, segði Edmund Joensen.