- Tað var ein fantastiskur stemmningur og fólk vóru sera glað og væl nøgd. Kanska kundu tey, ið sótu aftarliga, sæð betri, men tað arbeiða vit við til næstu ferð. Eisini leikararnir dámdu væl. Serstakliga orkestrið, ið vanliga spælir niðri í orkesturgrøvini, men nú hoyrdu teir veruliga tónleikin í fagrasta ljómi, sigur Helga Hjörvar.
Hon heldur nógv av solistunum og metir eisini, at føroyingar tóku væl ímóti Flogmúsini, sjálvt um talan er um eina umskriving, so hetta gerst ein nútímans tulking.
Tá Helga nevnir næstu ferð, so er tað tí, at ætlanir eru um at fáa leikararnar henda veg aftur. Kanska ikki næsta ár, men kanska um eini tvey ár.
- Eg rokni við, at øll, ið hava gjørt hetta gjørligt, eisini vilja vera við til at syrgja fyri, at hetta ikki verður eitt eingangs tiltak, sigur Helga Hjörvar, ið gleðist yvir, at øll hava gjørt sera nógv fyri at fáa hetta at eydnast.
- Høvuðssangarin hevði til dømis konsert í Íslandi kvøldið fyri, so hon var troytt tá hon kom hendaveg, men eftir hvíld merktiskt einki til hetta, tá hon trein á pallin. Í veruleikanum var talan um sera fløkt tiltak, sum var ógjørligt at fáa at ganga upp og hanga saman, men tað eydnaðist kortini við góðum vilja frá øllum pørtum, sigur Helga Hjörvar, ið her bæði hugsar tøkniliga, fíggjarliga og um at fáa øll fólkini í hópinum at hóska inn, men bæði veðrið og Atlantic Airways vístu seg frá síni bestu síðu, metir ein glaður stjóri í Norðurlandahúsinum.