Fólk vóru klár til hálkuna

Mánakvøldið legðist nakað av kava kring landið, og vegirnir gjørdust hálir. Vakthavandi á politistøðini í Havn segði í morgun, at tað tykist sum um, at bilførararnir hesaferð vóru fyrireikaðir til hálkuna.
­- Vanliga, tá ið tað hevur verið tátt leingi, og hálka kemur, eru fleiri smá ferðsluóhapp, men soleiðis hevur ikki verið hesaferð. Tað hevur verið sum í grøvini bæði í morgun og í gjárkvøldið, segði vakthavandi í morgun.