Tað verður neyðugt at skipa samferðsluna við ferðafólki til og úr útoyggjunum, betur. Tað heldur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum.
Útoygjastevna er í Svínoy í morgin og samstundis hevur Útoyggjafelagið aðalfund. Og formaðurin ivast ikki í, at nettupp ferðavinnan verður eitt kjakevni á aðalfundinum.
Ferðavinnan er í stórari menning, og tað merkja tey eisini á útoyggj, tí tey fáa fleiri og fleiri ferðafólk. Men hann heldur samstundis, at ferðasambandið ímillum útoyggj og meginøkið, er so avmarkað og illa skipað, at tað er til stórt forargilsi hjá teimum, sum búgva á útoyggj.
– Ein skuldi hildið at ferðasambandi er fyrst og fremst fyri at veita fólki á útoyggj eina tænastu. Men sum støðan er nú, er tað ein stórur trupulleiki, at fólk, sum býr á útoyggj, sleppa ikki av fetanum, tí at skip og tyrla eru full av útlendsum ferðafólki.
– Í Dímun hevur tað elvt til stórar trupulleikar, at tey fastbúgvandi, sleppa hvørki aftur ella fram úr oynni, tí at øll plássini í tyrluni eru bíløgd framman undan av útlendskum ferðafólkum, sum leggja alla sína Føroya ferð til rættis mánaðir framman undan. Ein avleiðing er eisini, at tað er tvørligt at fáa flutt tann farmin, ætlanin er at flyta, tí tyrlan er full.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at eftir tí hann frættir, er sama skilið í sambandi við ferðasambandi í Kalsoynna. Tey, sum ætla sær í Kalsoy við bili mugu stilla seg á ferjuleguna eina tveir tímar áðrenn báturin fer fyri at tryggja sær pláss, tí tað eru so nógv ferðafólk. Hetta eru viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag, tí tað skal helst vera ein fragd at fáa fremmand ferðafólk, men sum støðan er nú, er tað mangan bara til forargilsi.
– Óla Jákup úr Dímun sigur, at hvat flutningi til og úr Dímun viðvíkur, er støðan batnað munandi, tí nú ber tað ikki longur til at bíleggja sær pláss við tyrluni longur enn eina viku fram, og tað hevur bøtt munandi um støðuna.
Men tað eru onnur øki, sum enn hava trupulleikan – og tað er eisini ein risastórur trupulleiki, at tað javnan og savnan er ólag á samferðsluni, tí at skip verða tikin úr sigling av ymsum orsøkum, leggur Óla Jákup úr Dímun afturat.









