Fólk í útjaðaranum brúka ikki tilboðið um at fáa endurgjald

Ein uppgerð hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at næstan øll, sum fáa stuðul til at leggja um til grøna orku, búgva í miðstaðarøkinum

Hesi síðstu trý árini hava 175 sethús í Føroyum fingið sær hitapumpu. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tey, sum fáa sær hutapumpu, fáa mvg afturgoldið, og Rósa Samuelsen, løgtingskvinn fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv hava brúkt hendan møguleikan

Jørgen Niclasen sigur, at higartil hava 175 húski brúkt hendan møguleikan. Men tað loypir í eyguni, at næstan øll búgva í miðstaðarøkinum, og at talið á hitapumpum minkar alsamt, tess longri vit koma frá Havnini

 

Í 2017 vóru 26 umsóknir

Suðurstreymoy: 15 umsóknir,

Norðurstreymoy: 2 umsóknir,

Eysturoy: 5 umsóknir  

Vágar: 4 umsóknir.

 

Í 2018 vóru 86 umsóknir

Suðurstreymoy: 37 umsóknir,

Norðurstreymoy: 14 umsóknir,

Eysturoy: 16 umsóknir,

Norðoyggjar: 10 umsóknir,

Vágar: 7 umsóknir og

Suðuroy: 2 umsóknir.

 

Í 2019, frá 1. januar til 1. oktober, hava verið 89 umsóknir

Suðurstremoy: 45 umsóknir

Norðurstreymoy: 9 umsóknir

Eysturoy: 23 umsóknir

Norðoyggjar: 4 umsóknir

Vágar: 5 umsóknir.

 

Og hesi árini hava fólk fingið tilsamans góðar 5,5 milliónir afturgoldið í mvg.

Í 2017: kr. 679.792

Suðurstreymoy: kr. 386.174

Norðurstreymoy: 43.569

Eysturoy: 153.034
Vágar: 97.015

 

Í 2018: kr. 2.378.022

Suðurstreymoy: kr. 983.118

Norðurstreymoy: kr. 285.055

Eysturoy: kr. 449.417

Norðoyggjar: kr. 290.628

Vágar: kr. 324.678

Suðuroy: kr. 45.126

 

Í 2019 hava frá 1. januar til 1. oktober: kr. 2.474.058

Suðurstreymoy: kr. 1.256.718

Norðurstreymoy: kr. 247.598

Eysturoy: 654.315

Norðoyggjar: 95.258

Vágar: 164.209  

Suðuroy: 55.960

 

Sostatt er talið á teimum, sum fáa sær hitapumpu, veksandi og Jørgen Niclasen sigur, at hann arbeiðir við at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum ber í sær, at skipanin verður longd eitt ár, har tey, sum fáa sær hutapumpu, fáa mvg afturgoldið.