Fólk taka tað øgiliga pent

FLOGFERÐSLA Ferðafólk hava ikki gramt seg, hóast vit hava verið mest sum í untantaksstøðu hesar seinastu dagarnir, sigur Finnbogi Niclasen, stjóri á flogvøllinum í Vágum

- Alt hevur verið stilt og róligt og fólk hava tikið tað øgiliga pent.
Finnbogi Niclasen, stjóri á flogvøllinum í Vágum, sigur, at hóast lítið og onki skil hevur verið á flogferðsluni nú í meiri enn trý samdøgur, tí veðrið hevur verið so ólagaligt, hevur onki knarr verið av ferðafólkinum.
- Tað hevur verið stilt og róligt og fólk hava góðtikið støðuna, sum hon hevur verið, uttan at gremja seg.
Eitt er so tað, at føroyingar hava vant seg við, at veðrið má sær sjálvum ráða og hava lætt at góðtaka tær broytingar, tað kann føra við sær.
Men Finnbogi Niclasen sigur, at útlendsku ferðafólkini hava eisini góðtikið støðuna øgiliga væl.
- Tað hevur ikki verið nakað knarr av nøkrum slagi, leggur hann afturat.

Hjálpast at
Hann sigur, at tey hava øll gjørt sítt besta fyri at fáa alt at glíða.
Tað er sjálvandi Atlantsflog, sum hevur árbyrgdin av ferðafólkunum, men starvsfólkið á flogvøllinum hevur eisini havt langar arbeiðsdagar av tí sama.
- Í eini støðu, sum hesari, royna vit øll at hjálpast at fyri at fáa tað at ganga, sigur hann.
Hann sigur, at ein stórur trupulleiki er at hýsa øllum teimum strandaðu ferðafólkunum.
- Internetið og sms-skipanir eru ónatúrliga hentar í førum, sum hesum, tí tað gevur fólki høvi at vera heima, sum longst.
Serliga føroyingar hava høvi at halda seg heima.
- Men tað skerst ikki burtur, at heilt nógv fólk hevur verið á flogvøllinum alla tíðina, serliga útlendingar, sum ikki hava møguleika at vera heima.
- Vit hava roynt, sum frægast at hýsa teimum og nú høvdu vit eisini riggað madrassur til í barnagarðinum í Sørvági at hava til at taka, sigur stjórin á flogvøllinum.
Ferðafólk hava eisini gist privat.
Hann sigur, at onkuntíð hava tey eisini hýst strandaður ferðafólki á Zarepta, men tað ber ikki til beint nú, tí har er lega akkurát hesar dagarnar.

Ringasta, hann veit
Finnbogi Niclasen hevur arbeitt á flogvøllinum í Vágum í 33 ár.
Men hann sigur, at ólagið, sum hevur verið hetta vikuskiftið, er tað ringasta, hann veit um at siga.
- Tá ið ólag hevur verið á flúgvingini, hevur tað vanliga verið, at tað hevur verið ein dag ella hálvan annan.
Men hesuferð byrjaði ólag at koma á flúgvingina hósdagin og gongst, sum ætlað í dag, verður tað ikki fyrrenn í morgin, at alt fæst í rættlag aftur.
- Tað kann ganga skjótt, tá ið glið kemur á aftur, sigur hann.
Hann sigur, at útsynningur og útsynningur sunnan eru ringastu ættirnar í Vágum og tað eru júst tær lágættirnar, ið hava herjað landið seinastu dagarnar.
- Niðri í Sørvági er hampuliga klár, men uppi á vøllinum liggur mjørkin sum eitt teppi niður yvir.
Hesar ættirnar eru eisini tær ringastu til vind og tað hevur eisini verið fitt av vindi, so talan hevur bæði verið um mjørka og um síðuvind, sum hava tarnað flogførunum.
Finnbogi Niclasen sigur, at 23. august verður nýggj innflúgvingartøkni tikin í brúk.
Hon hevur eina ávísa tilvenjingartíð, áðrenn full nytta fæst burtur úr henni.
- Tá ið hon er tikin í brúk fer tað at hjálpa munandi upp á støðuna, tá ið mjørki er, sigur stjórin á flogvøllinum.
LES EISINI: So ringt hevur tað ongantíð verið fyrr