Fólk í túsundatali mótmæla Orban

Fleiri túsund ungarar hava mótmælt ímóti Viktor Orbán, forsætisráðharra, og royndum hansara at hava eftirlit við fjølmiðlunum.

Mótmælisfólkini vóru í øðini um tað, sum tey uppfata sum eitt álop á talufrælsi hjá fjølmiðlunum, eftir at sjefredaktørurin á størsta óhefta ungarska tíðindasíðuni, Index, varð koyrdur úr starvi.

Fyrr um dagin søgdu tríggir redaktørar og 80 journalistar seg úr starvi av tí, sum teir søgdu vera »eina opna roynd at leggja trýst« á Index, eftir at eigarin av miðlinum noktaði at seta sjefredaktørin, Szabolc Dull, aftur í starv.

Péter Szijjártó segði ákærurnar ímóti stjórini at vera »ósannar«,

/ritzau/Reuters