Seinastu dagarnar eru fólk í túsundatali rýmd úr Zimbabwe til Suðurafrika. Tey flestu eru vorðin heimleys, tí at forsetin, Robert Mugabe, hevur givið herinum boð um at ríva hús teirra niður. Í fleiri førum hava hermenninir sett eld á húsatoftirnar, og somu lagnu fáa tey smáu virkini, sum fólk eiga.
-Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og fleiri ferðir havi eg hugsað um deyðan sum ta einastu loysnina, sigur Ruth Chipembere við Aftenposten. Hon, maðurin og børnini eru millum teira, sum eru vorðin heimleys, og sum kendu seg noydd at flýggja av landinum.
Tann seinasta mánaðin hava zimbabwisku myndugleikarnir skipað fyri einum sokallaðum "reinsingarátaki" í høvuðsstaðnum Harare. Útlendskir eygleiðarar siga, at átakið er einki annað enn eitt beinleiðis álop á tað fátæka fólkið. Nógv hús og arbeiðspláss eru javnað við jørðina, og fleiri hundraðtúsund eru vorðin heimleys. Oyðileggingarnar eru so umfatandi, at summi sammeta stýrið hjá Robert Mugabe, forseta við tað gamla apartheid-stýrið í Suðurafrika, sum flutti fólk burtur, sama um tað var lógligt ella ikki.
-Tað er syndarligt at síggja, hvat hendir í Zimbabwe í dag, tí tað er tað sama, sum hendi í teimum ringastu døgunum hjá apartheid-stýrinum, sigur Elinor Sisulu, sum er formaður í einum hjálparfelagsskapi í Suðurafrika.
Maður Ruth Chipembere, Faber, hevur verið virkin í zimbabwisku andstøðuni í fleiri ár, men tað hevur hann eisini fingið at kenna. Fyri tveimum árum síðani tóku nakrir stjórnarhermenn konu hansara og bukaðu og neyðtóku hana fleiri ferðir, meðan fólk stóðu og hugdu at.
Í dag kunnu tey kenna seg trygg í Suðurafrika. Tey eru ikki tey einastui, tí tey seinastu árini eru umleið tríggjar milliónir fólk flýdd úr Zimbabwe undan einaræðinum hjá Robert Mugabe.