Fólk sum koma til Føroyar skulu tvingast í sóttarhald

Hetta er ikki tíðin at seta samfelagið í vanda, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag

– Spurnartekin kann setast við um okkara mynduleikar røkja sínar skyldur til lítar. Tað heldur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.’

Hann vísir á, at ein skylda, myndugleikarnir hava, er at verja borgararnar í landinum. Tí heldur hann, at myndugleikarnir eiga at umhugsa støðuna enn eina ferð, so at tey, sum koma til Føroya, verða tvingað at fara í sóttarhald.

Hann fegnast um, at samfelagið nú verður latið upp aftur, men at tað eigur at gerast við størsta varsemi.

– Fyri vanliga borgaran er tað eitt sindur hugstoytt at hoyra, at mynduleikar og fakfólk ikki tosa sama mál í samband við upplatingina og hvussu fram skal farast.

– So seint sum í morgun vísti serlækni enn einaferð á, at størsti smittuvandin eru tey fólk sum koma uttan úr heimi til Føroyar. Sostatt átti tað at verið sjálvsagt, at myndugleikarnir krevja, at tey fara í sóttarhald.

– Hendan gongdin, sum nú er, kann vera sera vandamikil fyri okkum, sum búgva í Føroyum, serliga gomul, sjúk og veik, sigur hann.

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag  vísir á, at øll tænastuvinnan, og alt náttarlívið, liggja í andaleypi og rópa neyðarróp um støðuna - og tað er væl skiljandi tá ið eingin inntøka er.

– Vit hoyra okkara løgmann endurtaka, at tað ikki verður eitt krav, at ferðafólk sum koma inn í landið, skulu í sóttarhald, men at tað er eitt tilmæli, tí at vit byggja á álit millum borgarar.

– Alt gott um álit, tí tað skulu vit eisini hava sum mál, men í hesum tíðum er ikki ráðiligt at gambla, sigur Eli Brimsvík.

Hann sigur, at er tað bara ein einasti av teimum, sum koma uttanlands til Føroya, sum ikki virðir tilmælið um at fara í sóttarhald, men fer út í samfelagið, kann avleiðingin vera, at fleiri verða smittað, so at tiltøk aftur muga setast í verk fyri at tálma smittuni, sum helst kann gerast verri en áður.

­­– Hendir tað, er tað ein vanlukka fyri nógv. Tí eiga mynduleikarnir av álvara, at umhugsa støðuna enn einaferð. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur fyri okkara bløðandi vinnulív.

– Verða fólk, sum koma til Føroya, kravd í sóttarhald, kundi samfelagið verið latið upp aftur, og sostatt hevði gongd komið so frægt aftur á vinnulívið, at tey høvdu kunnað yvirliva.

– Vanliga fólkið hevði aftur farið at gjørt brúk av teimum tænastum, sum okkara vinnulív hevur at bjóða, og føroyingar kundu hildið feriu í egnum landi, sigur Eli Brimsvík.