Fólk, sum hava fingið koronu, eiga at boða frá tí alment. Tað heldur Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Løgtingið viðger uppskot frá Landsstýrinum um at bøta um fíggjarliga grundarlagið hjá teimum, sum eru rakt av koronu.
Kristin Michelsen vísir á, at í sambandi við koronu hevur landslæknin nógv ymisk tilmæli til fólk. Og hann heldur, at landslæknin átti eisini at mælt teimum, sum hava fingið koronu, staðiliga til at almannakunngjørt tað.
Tað hevði gjørt tað lættari at funnið tey, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við og sostatt hevði tað gjørt tað lættari at bart smittuna niður aftur, heldur hann.
Men sum støðan er nú, vita fólk ikki, hvørji eru smittað, so tað er ringt at varða seg. Og tí undrast hann á, at landslæknin ikki heitir á fólk, sum hava koronu, um at boða frá tí alment. Var tað støðan, hevði tað verið lættari hjá fólki at vita um tey hava havt samband við onkran, sum er smittaður.
– At hava koronu er ikki sum at hava eina kynssjúku, legði hann afturat, og tí heldur hann, at tað var einki forgjørt í tí.