Veðrið er gott, fyrsta framførslan er byrjað, og fólk eru í góðum hýri á festivaløkinum So er fimti Summar Festivalurin byrjaður, og nógv fólk eru komin á festivaløkið. Fyrsti bólkurin á pallin var Grandma´s Basement, sum spælir í Flags tjaldinum.
Kl. 22.00 fer Smokie at spæla á stóra pallinum á Vágsbøi, og spenningurin er stórur til framførsluna hjá tiltikna hittbólkinum.
SEinni í kvøld ber eisini til at hoyra Húskallar, Eager To Please, Lindu Andrews og onnur.