Fólk spyrja:”Hví skal sparast her og har”

Tað er so sera einfalt, tá landskassin ikki hevur pening nokk til at húsast við, so er einasta loysn at skera niður í teimum almennu tænastum og teimum almennu íløgunum tíverri

Ì 2002 bleiv blokkurin skerdur við 365 mill. Krónum um árið, og tað var Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum stóðu á odda fyri hesari vanlukku.

 

Tað er ótrúligt at hoyra veljarnar hjá hesum somu flokkum grenja um, hví hetta og hatta skal sparast vekk í hesum tíðum. Ì Suðuroynni minkar fólkatalið, tí har er ov lítið arbeiði. Ì norðoyggjum er støðan ikki góð, nú arbeiðsplássini fækka, og sama skil er í øllum landinum-tað manglar peningur-

 

Eldraøki er í sorli. Fólk sleppa ikki á ellis- og røktarheim, tí einki pláss er fyri teimum, og peningur er ikki til, so at byggjast kunnu nýggj ellis- og røktarheim. Heilsuverkið má eisini spara, tí har mangla eisini pengar. Ja, eg kann blíva við, men lat fara.

 

Eg skilji ikki, at fólk, sum hava valt hesar nevndu flokkar, grenja um,hví ymisku økinia ikki verður raðfest øðrvísi, men tað er nú soleiðis, at øll raðfesta ikki eins.

 

Tíverri valdu tey flestu fólkini, at blokkurin skuldi skerast niður, tí er støðan sum hon er, og tað gongur út yvir okkum øll, eisini tey, íð ynsktu at varveita blokkin sum hann var.