Ein kommuna kann ikki gera mun á fólki. Tí kann ein kommuna heldur ikki krevja, at bara tey, sum búgva aðrastaðni, men sum eiga hús í kommununi, skulu rinda fyri at fáa kloakkviðurskiftini í rættlag.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur spur hana um hon heldur, at tað er rímiligt, at lítlar kommunur á útoyggj, við nøkrum fáum skattaborgarum, skulu bera allan kostnaðin av at fáa húsini bundin í kloakkskipanina
Sirið Stenberg sigur, at tað er tann, sum eigur húsini, ið hevur skuldu til at rinda fyri at fáa kloakkina bundna í kloakkskipanina hjá kommununi.
Hetta merkir, at sama um húsaeigarin býr í kommununi, ella ikki, er tað hann, sum sjálvur skal gjalda fyri at binda í eina kommunala leiðing. Hinvegin hevur kommunan ábyrgdina av, at húsaeigarin hevur eina lógliga spillivatnsleiðing at binda í og tað skal kommunan rinda fyri.
Og kommunan kann ikki bara senda húsaeigarum, sum búgva aðrastaðni, rokningar fyri kloakk, ella nakra aðra tænastu, sum øll í kommununi fáa. Antin fáa allir húsaeigarar eina rokning, ella skal eingin hava rokning, staðfestir hon.
Men Sirið Stenberg leggur afturat, at í serligum førum hevur hon heimild at veita almennan stuðul til at byggja spillivatnreinsiverk og til at seta tiltøk í verk, sum kunnu forða fyri, at vøtn, áir og sjógvur, verða dálkað. Men hon leggur afturat, at slíkur stuðul er ongantíð latin.