Fólk á Skála sleppa heim aftur

Løgreglan boðar frá, at fólk á Skála kunnu fara til húsar aftur. ? Eldurin er nú so mikið lítil, at roykurin er mest sum vandaleysur, sigur John Martin Olsen, innsatsleiðari. Støðan umborð á Athenu er nú soleiðis, at lítið og einki av royki kemur úr skipinum.

Vit hava tí gjørt av, at fólk á Skála, sum hava verið evakuerað, nú kunnu fara til hús aftur. Vandin frá roykinum er so mikið lítil, at fólk trygt aftur kunnu vera á Skála, sigur John Martin Olsen, sum er virkandi innsatsleiðari.

Brimil er ikki enn komin á staðið aftur, men ætlanin er, at tá vaktarskipið kemur, skal tað nýta vatnkanónirnar at køla Athenu niður við.

Góða veðrið ger eisini sítt til, at støðan er undir kontroll, og nú vónar løgreglan, at tað ringasta er av.

Vónandi gongur ikki so drúgv tíð, áðrenn fullkomið tamarhald er fingið á eldinum umborð á Athenu, sigur John Martin Olsen við Portalin.