Okkara ræðsla fyri at tosa um sjálvmorð ger tað ofta enn truplari at hjálpa teimum sjálvmorðshóttu. Tað sigur leiðarin á psykiatriska deplinum,Tormóður Stórá, sum í mong ár hevur arbeitt við sjálvmorðsfyribyrging
Alheimsdagur fyri sjálvmorðsfyrbyrging er í dag, og í hesum sambandi verður kunnað kring allan heim um, hvat kann gerast fyri at minka um talið á teimum, sum taka lívið av sær.
- Besti mátin at fyribyrgja einum sjálvmorði er at spyrja inn til tankarnar hjá tí sjálvmorðshótta. Men tað krevur, at vit tora at fyrihalda okkum til sjálvmorð og fara inn í pínufullu samrøðuna, sigur Tormóður Stórá, sum ásannar, at hesum knípir tað ofta við
- Tankin um, at ein av okkara kæru ikki ynskir at liva longur er meir enn tey flestu av okkum orka at bera. Tí vilja vit helst eisni bara skúgva tankan frá okkum, sigur sálarlæknin, sum eisini ávarar móti at lítiðsgera sjálvmorðstankar.
Meir enn 70 prosent av teimum, sum gera sjálvmorð, hava nevniliga víst onkur tekin um, at tey ikki orka at liva longur.
Til at taka ímóti hesum menniskjum, hevur Psykiatriski depilin seinnu árini arbeitt við eini sjálvmorðstilbúgving.
- Alt eftir, hvussu akutt støðan hjá tí sjálvmorðshótta er, eigur eitt tilboð at vera um innlegging ella samrøðu við sálarlækna, sigur Tormóður Stórá.
Síðani 1980 hava 93 føroyingar tikið lívið av sær.