Í sambandi við útgávuna av bókini Føroya mál á manna munni, eftir André Niclasen, hava rættiliga nógvar atfinningar verið at hoyrt móti almenna málpolitikkinum. Millum annað verða tey, ið sigast umboða hendan politikk, ákærd fyri at happa tey, sum ikki málbera seg ”rætt”. Úrslitið er, at fólk missa sítt málsliga sjálvsálit og tískil halda uppat at orða seg alment, verður sagt.
Fínt við provokerandi málbók
Spurdur um hetta eru atfinningar, Málstevnunevndin fer at taka til sín, sigur formaðurin Árni Dahl, at fyrst er neyðugt at rudda onkra misskiljing av vegnum.
Hann vísir á, at í kjakinum er tað tann sokallaði almenni málpolitikkurin, sum stendur fyri skotum.
- Men vit hava jú ongan almennan málpolitikk í Føroyum. Tað var júst tí Málstevnunevndin varð sett – fyri at gera uppskot til ein almennan málpolitikk, sigur Árni Dahl.
Sjálvur hevur hann ikki lisið bókina, Føroya mál á manna munni, sum hevur elvt til aktuella kjakið. Hinvegin heldur hann tað vera fínt, um hon veruliga er so provokerandi, sum sagt verður.
- Onkursvegna umboða bókin og kjakið sjónarmið, sum er livandi millum fólk. Og jú fleiri sjónarmið koma fram, jú betri og áhugaverdari verður kjakið, sigur Árni.
Happing ella rættleiðing
Men uppáhaldið er also framvegis, at málsliga rákið, sum hevur valdað seinnu árini, hevur ført til málsliga happing. Her heldur Árni Dahl tað tykjast sum, at onkur hevur hug at blanda hugtøkini happing og rættleiðing.
- Sjálvandi skalt tú rættleiða, um fólk ikki duga at málbera seg. Tað er, sum við einum og hvørjum øðrum faki, tú skalt læra. Eg vóni eisini, at André Niclasen hevur rættleitt sínar næmingar í týskum og russiskum, tá teir hava bent okkurt orð skeivt, sigur Árni, sum onki veit um, at fólk hava fingið varandi undirlutakenslur av at verða rættleidd í skúlanum.
At málsliga happingin hartil skal vera so útbreidd, at fólk aftra seg við at orða seg alment, heldur Árni ikki vera í tráð við veruleikan.
- Eg veit ikki, hvørjum heimi fólk, við hasi, fatan liva í. Veruleikin er jú, at føroyingar ongantíð hava skrivað so nógv alment, sum nú. Hygg inn á kjak.fo. Tað man vera besta dømi um mest fjølbroytta og livandi almena kjak, vit nakrantíð hava havt, sigur Árni, sum eisini heldur nógvu lesarabrøvini prógva, at fólk hava bæði hug og dirvið at orða seg alment.
Uppskot ávegis
Uttan mun til, um fólk vilja kalla tað happing, so tvíheldur Árni um, at neyðugt er at rættleiða fólk, tá tørvur er. Havandi í huga, hvussu nógvar milliónir verða brúktar til skúlaverkið, er tað hugstoytt at síggja, hvussu lítlan ómak fjølmiðlarnir tykjast gera sær málsliga, heldur hann.
- Vit kunnu bara fegnast um, at 9. flokkararnir í ár fingu eitt framúr gott úrslit, men hvat nyttar tað, um brotið verður niður í hinum endanum samstundis, spyr Árni, og sipar til stóru ávirkanina, fjølmiðlarnir hava.
Sjálvur vónar hann, at tað skjótt fer at eydnast at styrkja Málstovuna, ið veitir málsliga ráðgeving. Tað fer í øllum førum at vera eitt av fylgitilmælunum í uppskotinum frá Málstevnunevndini til ein almennan málpolitikk.
Uppskotið til almennan málpolitikk í Føroyum skal vera liðugt í seinasta lagi 31. desember, tá tíðin, ið er avsett til uppgávuna hjá Málstevnunevndini, er úti.
Hóast nevndin er komin rættiliga langt í sínum arbeiði, fæst Árni Dahl ikki at avdúka stórvegis um, hvat vit kunnu vænta okkum av uppskotinum.
- Vit hava býtt arbeiði upp í fýra øki, og samandráttirnir fyri ymsu økini eru skrivaðir. Eg og skrivarin eru í ferð við at orða samlaða tilmælið, men enn er tað ikki lagt fyri allar limirnar. Tí vildi tað verið skeivt at farið at almannakunngjørt tað nú, sigur Árni Dahl.