Í Útvarpi Føroya segði varaløgmaður millum annað, at tað er ikki rætt at samráðingar fara fram á ein slíkan sjónleikarahátt. Høgni Hoydal metir sostatt at samráðingarnar við danir bert eru ein reinur sjónleikur.
Hetta er ein syrgilig staðfesting og eisini ein álvarsom ákara. Men at fara heilt til ST og har skrivliga skuldseta danir fyri beinleiðis ikki at vilja samráðast, er tann grovasta og eisini tann mest skaðiliga ákaran sum nakrantíð er komin frá Føroya Landsstýri.
Hvar er tað sømuliga markið?
Omaná tær mongu ákarurnar, sum settar eru, vil varaløgmaður nú mæla til, at vit samráðast sum fólk heldur enn at lata okkur trýsta eins og mýs, sum verða fóraðar í búri.
Vit eru mong sum stórliga undrast, og spyrja um varaløgmaður ikki kennir nakað sømiligt mark?
Sjálvandi ber væl til at samráðast bæði fólkaliga og sakliga við danir, og harafturat er tað eisini líka eyðsýnt, at vit fáa júst tað úrslit, sum fólkið ynskir. Varaløgmaður hevur tí als onga orsøk til at kenna seg sum eina rædda og kroysta mús.
Loysing ella sjálvstýri
Um vit brúka teir møguleikar, sum verandi skipan gevur, kunnu vit frítt velja millum loysing ella fult sjálvstýri í einum nýggjum felagsríki. Her finst als eingin forðan, og tískil er óneyðugt hjá varaløgmanni at leggja so stóra orku í at oyðileggja viðurskiftini millum føroyingar og danir. Hóttan og ræðumyndir byggja einki land.
Mannagongdin skal broytast munandi, og so røkka vit lætt tí máli, sum føroya fólk ynskir, men hetta skal eg venda aftur til í eini komandi blaðgrein.
Tórshavn tann 30.08.2000










