Fólk og Dólgar aftur útselt

Tað gekk ikki long tíð, frá at Kunningarstovan í Havn byrjaði at selja atgongumerki, og til alt var útselt. Tí var avgjørt at hava nakrar eykasýningar, men tær eru eisini so væl og virðiliga útseldar

Tað var kanska nakað órættvíst, at atgongumerkini til vælumtókta sjónleikin um Fólk og Dólgar einans vórðu seld í Havn. Tey vóru nevniliga útseld eftir stuttari tíð, og ta gav ikki bygdarfólki nakran møguleika at keypa atgongumerki. Tá avgjørt varð, at hava nakrar eyka sýningar var tí eisini avgjørt, at atgongumerkini skuldu býtast út til Kunningarstovurnar kring landið at selja.
Á Kunningarstovni í Runavík siga tey, at atgongumerkini, tey fingu, vóru útseld eftir lítlari løtu.
? Tá vit komu til arbeiðis tann morgunin, var long bíðirøð frammanfyri Kunningarstovuni. Tað stóðu sera nógv fólk og bíðaðu, til vit lótu upp. Men vit høvdu bert fingið 100 atgongumerki at selja, og tað var skjótt at tey vóru uppi. So tað vóru ikki eingang øll, sum stóðu í bíðirøð allan morgunin, sum fingu atgongumerki, siga tey úr Runavík.
Tey siga, at um so verður, at eyka-eyka sýningar fara at verða sýndar, so vóna tey, at fáa nøkur fleiri atgongumerki inn til Runavíkar at selja.
Vit sleppa so í øllum førum av við tey, siga tey flennandi.
Tað eydnaðist tó ikki Sosialinum at fáa uppspurt, um eyka eyka sýningar fara at verða sýndar í komandi ári.