Fólk og dólgar

Bókin snýr seg um tann friðarliga býin Karda­mumma og tey, sum búgva har. Nøkur fá skapa trup­ul­leikar.

Tað eru teir tríggir dólgarnir Kaspar, Jas­p­ur og Jónatan, sum búgva uttan fyri býin og javn­an fara inn í býin fyri at stjala tað, teimum tørvar. At enda verða teir handtiknir, men teir verða væl viðfarnir í gegl­i­num, og í síðsta kapitli verða teir dagsins hetjur, tá teir sløkkja eldin í torninum hjá Tobiasi.