Heili 92 prosent av monnunum í Norðurstreymoy eru til arbeiðis, ella í hvussu so er, eru teir tøkir á arbeiðsmarknaðinum. Tað vísir ein nýtt yvirlit hjá Hagstovuni yvir vinnutíttleikan. Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, er tað ongastaðni í øllum Evropa, at so stórur partur av fólkinum eru til arbeiðis, sum í Føroyum.
Les meiri um tað her: Føroyingar arbeiða meiri enn nakar annar í Evropa
Men verða Føroyar so býttar sundur í øki, er vinnutíttleikin størstur í Norðurstreymoy, Eysturoy og Suðurstreymoy, har hann er sløk 88 prosent. Síðan koma Norðoyggjar og Vágafólk, har vinnutíttleikin er 85 prossent. Í Sandoynni er vinnutíttleikin 82 prosent og í Suðuroy er hann minst, tí har er hann 79 prosent.
Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Norðstreymoy har hann er yvir 92 prosent og í Suðuroy er hann minst, tí har er hann sløk 81 prosent. Hjá kvinnum er hann hægstur í Eysturoy og Suðurstreymoy, har hann er sløk 86 prosent, og í Sandoy og Suðuroy er hann lægst, tí har er hann 78 prosent.
Bæði hjá monnum og kvinnum er tað sermerkt, at í Føroyum og í Ísland eru tey ungu nógv virknari á arbeiðsmarknaðinum enn í hinum londunum í Evropa. Og samstundis eru tey eldru í Føroyum og í Íslandi nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni.
Bæði í Føroyum og Íslandi tað longu hjá teimum 20 ára gomlu, at vinnutíttleikin er eini 80 prosent, men í Danmark er hann bara 55 prosent í hesum aldursbólkinum og í ES sum heild, er hann bara 20 prosent.
Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey 65-74 ára gomlu, eru Føroyar og Ísland í serstøðu við einum vinnutíttleika oman fyri 50 prosent, har hann er langt niðanfyri alla aðra staðni – heilt niðri á 10 prosent í Danmark og ES-londunum sum heild.
Eisini eru føroysku kvinnur í eini serstøðu, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum, og allan vegin fram, eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika. Eitt nú er vinnutíttleikin hjá kvinnum eini 50 prosent í aldursbólkinum frá 65 til 74 ár, men aðrastaðni er hann undir 10 prosent.
Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.