Vallutøkan higartil í dag hevur verið heldur lakari enn somu tíð á seinasta fólkatingsvali. Munurin er í stórum, at færri brævatkvøður eru hesaferð Valhølið hjá veljarum í Nes kommunu er ikki á sama staði sum undanfarnu valini. Hesaferð fer valið fram í niðastu hædd í eldrasambýlinum Vesturskini - og inngongdin er niðanfyri. Arbeitt verður við at broyta hølini, har kommunuskrivstovan er, og tí er valhølið flutt í Vesturskin.
Vallutøkan fram til klokkan 13 í dag hevur verið heldur lakari enn á seinasta fólkatingsvali.
Brævatkvøðurnar í 2005 vóru tilsamans 30 í tali, meðan tær á valinum hesaferð eru 20.
Tað eru serliga hesar 10 atkvøðurnar, sum vóru á muni, tá klokkan fór um 13.
Á fólkatingsvalinum í 2005 høvdu 95 fólk valt klokkan 13, meðan talið somu tíð í dag var einar 12-13 atkvøður færri.
Samanumtikið kann sigast, at munurin í stórum er brævatkvøðurnar.