Fólk mugu sjálvi taka støðu

Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at hann fer ikki at blanda seg uppí, um fólk ynskja at fara til grøðingarmøtini, sum nú verða nøkur kvøld í læraraskúlahøllini

? Tað má vera upp til hvønn einstakan, um ein ynskir at fara til eitt grøðingarmøti. Tað er ikki nakað, sum eg kann blanda meg uppí, uttan so at onkur kemur til mín og beinleiðis spyr meg, sigur bispur.
Hann sigur, at tað er ikki ókent millum manna ? kanska serliga uttanlanda ? at hendan trúgvin uppá, at tað er meira millum himmal og jørð er vorðin fastari. Men hann heldur kortini ikki, at Vald andanna sendingarnar hava elvt til hetta í Føroyum.
Hann heldur, at føroyingar eru meira rótfastir í síni trúgv enn í øðrum samfeløgum rundan um okkum, har serliga kristindómurin nærum hevur verið burtur.
? Føroyar eru eitt øðrvísi samfelag, og eg haldi ikki, at hetta samfelagið kann samanberast við onnur sum til dømis tey eystanfyri, har kristindómurin nærum var ólógligur, sigur Hans Jacob Joensen.
Bispur heldur tó, at tað er undarligt, at tað verður gjørt soleiðis.
? Føroyingar hava livað við tí trúnni, at um Gud ger tað, hann vil. Um hann vil grøða, so ger hann tað, um tað er á einum møti ella aðrastaðni, tað hevur ikki havt so stóran týdning. Og tað einasta, sum eg vil ávara í móti er, at vit mugu ikki fáa ta áskoðan, at tað eru vit, sum ráða yvir Gudi. Tí tað er jú hann, sum ræður yvir okkum, sigur bispur.
Hann vil ikki avvísa, at slíkar grøðingar fara fram. Hann hevur hoyrt nógv um tað, og hann sigur, at tað liggur honum sera fjart at fara at avvísa tað.
? Óansæð hvat verður gjørt ella hvussu, so skal ein ikki seta mark fyri, hvat Gud kann gera, sigur Hans Jacob Joensen, bispur, at enda.