- Tey, sum búgva í miðstaðarøkinum í Føroyum, rinda eisini sín part av teimum tænastum, sum tey í útjaðaranum fáa.
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, heldur ikki, at hugskotið hjá Páll á Reynatúgvu, tingmanni úr Sandoynni, um skattalætta til fólk í útjaðarum, er serliga gott.
- Herfyri staðfesti Páll á Reynatúgvu, at stórur munur er á tænastustøðinum, sum tað almenna veitir teimum, sum búgva í miðstaðarøkinum og teimum, sum búgva í útjaðaranum.
Hann hugsar fyrst og fremst um fast samband ímillum oyggjarnar norðanfyri Skopnuarfjørð sum ger, at 85% av føroyingum, úr Gásadali til Viðareiðis, kunnu koyra í túnið hjá hvørjum øðrum.
Eftir eru so 15% av fólkinum, sum ikki hava fast samband, har Sandoy og Suðuroy eru nógv tey størstu plássini.
Páll á Reynatúgvu heldur, at hesin ójavnin í tænastustøðinum eigur at síggjast aftur í skattarokningini og tí fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um skattalætta til tey, sum búgva í útjaðaranum.
Rinda sítt
- Fyri mær ljóðar hetta sum eitt uppskot um kommunala útjavning, staðfestir Bárður Nielsen.
- Men ein kommunal útjavning ímillum kommunur verður gjørd upp upp á ymsar mátar, tí tað eru eisini nógvar kommunur úti um landið, sum er rættiliga væl fyri.
Bárður Nielsen sigur, at tað ber heldur ikki rættiliga til at tosa um, at tænastustøðið til útjaðaranum er so vánaligt fólk skulu hava skattalætta fyri tað.
- Ferðasambandið til útjaðaran er rættiliga dýrt og tað rinda fólk í miðstaðarøkinum sín part fyri, eisini tey, sum ongantíð brúka tað, sigur Bárður Nielsen.
Ongin samanbering
Í Noregi verður skattalætti brúktur at lokka fólk at búseta seg í Norðurnoregi.
Men formaðurin í fíggjarnevndini heldur ikki, at hetta kann samanberast við Føroyar.
Í Noregi eru yvir 1700 kilometrar úr einum enda í landinum í hin har tað tekur fleiri dagar at koyra.
Tað er sum úr Føroyum langt suður í Evropa.
- Í Føroyum ber til at koma úr einum enda á landinum í hin upp á nakrar heilt fáar tímar, sum kunnu teljast á aðrari hondini.
Bárður Nielsen heldur tískil ikki, at skattlætti er rætti vegurin at fara.
- So kundi ein útjavningarskipan verið ein frægari loysn.
Ella er tænastutøðið í útjaðaranum ein trupulleiki kundi kanska borið til at bøtt um tænastuna, so at hon verður so góð sum gjørligt úti um landi.
Men, hvussu tað skal gerast, hevur han onga greiða meining um.
Tosað hevur verið um at útjavna prísin á ferðaseðlum, men Bárður Nielsen heldur, at tað er ikki so stórur munur ferðaseðlaprísinum.
- Tað er ikki bara ein fíggjarligur spurningur. Tað er ein sannroynd, at fólk vilja miðsavnast og tí er atdráttarmegin hjá høvuðstaðnum rættiliga stór við teimum tilboðum, sum har eru.
- Tey flestu vilja búgva í Havn, hóast tað er nógv dýrast at búgva har enn nakra aðrastaðni í landinum, staðfestir Bárður Nielsen.