Fólk lána meir bøkur

Bæði á Býarbókasavninum í Havn og á Klaksvíkar Bókasavni læntu fólk munandi fleiri bøkur í fjør enn undanfarin ár

Betri samferðslumøguleikar og fleiri tilboð hava gjørt sítt til, at Klaksvíkar Bókasavn og Býarbókasavnið í Havn hava havt óvanliga nógv vitjandi í fjør. Talið á útlæntum bókum á Klaksvíkar bókasavnið var tað hægsta nakrantíð og eisini á Býarbókasavninum lána fólk alsamt oftari bøkur.

Stór menning
Á Býarbókasavninum var talið á útlánum 92.119.Tað eru uml. 10.000 meira enn 2008. Eisini vaks talið á vitjandi við eini 4000 í mun til í fjør.
1. apríl 2009 vóru 40 ár síðan, at Býarbókasavnið varð sett á stovn. Ein framsýning varð tá sett upp, sum lýsti virksemið hjá bókasavninum árini 1969 – 2009. Framsýningin vísti, at stór menning er farin fram, serliga aftan á, at bókasavnið fekk telduskipan.
Hølisviðurskiftini vóru vánalig tey fyrsti árini, men tá ið hølini hjá teknisku deildini hjá Tórshavnar kommunu kom upp í 1993, munaði tað nógv til tað betra.
Borgarstjórin Heðin Mortensen legði á føðingardegnu upp til, at Býarbókasavnið, sum í nógv ár hevur havt sera trongar umstøður, skal fáa meir pláss. Seinri í 2009 keypti Tórshavnar kommuna allan bygningin, sum bókasavnið hevur leigað ein part av hesi 40 árini. Nú er bert spurningur um tíð, nær bøtt verður um hølisviðurskiftini, og bókasavnið kemur niður á fyrstu hædd við beinleiðis inngongd frá Niels Finsens gøtu, vita tey at siga á Býarbókasavninum.

Nógv tilboð
Ymisk tiltøk hava verið fyri børn t. d. føstulávintsklipp, teknikapping og summarkapping, har børnini ummæltu bøkur. Í jólamánaðinum var Býarbókasavnið ein partur av tiltakinum: Jól í miðbýnum og hevði jólahugnastovu fyri børn og vaksin á 1. hædd. Tiltakið varð rættiliga væl vitjað.
Umframt útlán og lesistovu, bjóðar Býarbókasavni eisini teimum vitjandi at nýta teldurnar ókeypis. Eisini hava tey eitt tilboð, har starvsfólk koyra út eina ferð um mánaðan til fólk, sum vegna rørslubrek ella annað brek ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.
Verða skúlabókasøvnini rokna við, var samlaða talið av útlánum í Tórshavnar Kommunu í fjør 128.819 bøkur, ljóðbøkur, dvd-filmar

Met í Klaksvík
Eisini á Klasvíkar bókasavni høvdu tey úr at gera í fjør, har útlánið var tað hægsta higartil við 26.936 útlánum. Tað vil siga at útlánið vaks við heili 2500 í mun til 2008
Á bókasavninum í Klaksvík hava tey eisini merkt, at tað hevur verið meira at gjørt í fjør í mun til onnur ár. Serliga í sambandi við uppgávur hjá miðnáms- og fólkaskúlanæmingum, men eisini í heila tikið hava fleiri vitjanir verið í ár. Undirsjóvartunnulin og tað at fleiri miðnámsskúlar eru í økinum hevur eisini gjørt, at nógv fólk úr Eysturoynni og aðrastaðni í landinum koma at lána á Klaksvíkar bókasavni, frætta vit úr Klaksvík