Fólk kunnu sektast fyri falska fráboðan

- Tann, sum rópti neyðarkall, tosaði róliga, og tað var einki óljóð at hoyra aftan fyri, sum kundi bent á eina veruliga neyðstøðu, sigur vaktleiðarin í Bodø.

 

 

Í kvøld varð sent út neyðarkall í Lofoten, og boðini vóru, at "vit søkka". Leiting varð sett í verk, bæði við tyrlu og bjargingarbáti. Seinni í kvøld hevur Høvuðsbjargingarstøðin í Bodø boðað frá, at leitingin er avblást, tí tey halda, at hetta var ein følsk fráboðan. 

Frode Iversen, vaktleiðari, sigur við Avisa Nordland, at tann, sum rópti neyðarkall á kanal 16 á VHF'inum tosaði róliga, og tað var einki óljóð at hoyra aftan fyri, sum kundi bent á, at talan var um eina veruliga neyðstøðu.

- Vit halda tí, at hetta var ein følsk fráboðan, sigur hann.

Men, hendir tað ofta, at tit fáa eini følsk neyðarkall, spyr Avisa Nordland.

- Tíbetur ikki, men tað kemur fyri, serliga tá nógv smábátaferðsla er í økinum, og onkur ungur spælir við sendaran. Men, tað er sjáldan, at vit uppliva eina greiða rødd, sum rópar "mayday" og "vit søkka".

Vaktleiðarin, Frode Iversen, leggur dent á, at tað er ólógligt at senda slík følsk boð. Men, kunnu fólk, sum gera slíkt, verða sektað, spyr Avisa Nordland. - Ja, tað kunnu tey, sigur vaktleiðarin avgjørdur.