Suðuroyar Sparikassi flutti úr miðbýnum í Havn og niðan á Starvaveg 9 á Hálsi á sumri í 2016, og fríggjadagin hin 19. mai í fjør bjóðaði bankin til almenna móttøku.
Men, hvussu hava so nýggju hølini hjá bankanum í høvuðsstaðnum roynst hesa tíðina?
Deildarstjóri á Staravegi 9 á Hálsi og kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa er Rúni Heðinson. Hann sigur, at tá viðskiftafólk koma á gátt, er ógvuliga avgerandi fyri Suðuroyar Sparikassa, at hesi fáa eina góða uppliving.
- Í nýggju deildini á Hálsi eru allir møguleikar at veita viðskiftafólk bestu tænastu, og her eru eisini bestu umstøður hjá fólki í koyristóli at koma inn og sleppa runt alla deildina.
Beint við dyrnar hevur Suðuroyar Sparikassi fimm parkeringspláss, sum eru eyðmerkt til viðskiftafólk bankans.
- Í Niels Finsensgøtu vóru hølini í trimum hæddum, men her er alt virksemið í einari hædd. Hetta skapar betri umstøður, bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk, sigur Rúni Heðinson, deildarstjóri.
Høvuðssæti hjá Suðuroyar Sparikassa er í Vági. Stjóri er Søren L. Bruhn, og hann hevur havt dagligu leiðsluna av bankanum um hendi síðan 1. januar 2005.
Deildarstjóri í Vági er Petur Óli Samuelsen, og fyrisitingarstjóri hjá bankanum er Tummas E. Djurhuus.
Kjarnuøkið hjá Suðuroyar Sparikassa er í fyrsta lagi at veita fígging og ráðgeving til privatkundar og smærri vinnurekandi.









