Verkfallið
Verkfallið gongur sína gongd og hevur avleiðingar av ymiskum slagi við sær kring alt landið. Tað, sum rakar meinast, er, oljan og bensinið, sum ganga undan, umframt neyðsynjarvørurnar í handlunum, sum fólk hava roynt at lagt inn undir seg.
Gravgangurin var stórur teir fyrstu dagarnar, tí fólk vistu ikki rættiliga, hvørjar vørur tey kunnu vænta sær, um verkfallið verður drúgt. Breyð, mjólk, epli og aðrar neyðsynjarvørur vórðu rivin av hillunum, og røðirnar av fólki við diskarnar vóru langar. Sum dagarnir eru gingnir, eru fólk vorðin heldur meira sinnilig aftur, hóast eingin enn veit, hvussu drúgt hetta verkfallið kann gerast.
Líkist krígsstøðu
Hví fólk hava lagt meira inn undir seg hesaferð enn valigt, tá ið verkfall er í ljósmála, er ilt at siga, men høvuðsorsøkin er ivaleyst, at øll arbeiðarafeløgini nú standa saman, og tí er sjálvsagt væntandi, at verkfallið sum dagarnir ganga kemur at raka meint um alt landið.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at reaktiónirnar hesaferð líkjast teimum, vit síggja, tá ið krígsstøða er.
- Eg haldi ikki, vit nakrantíð áður hava sæð, at fólk hava keypt so nógv inn undir seg uppundir og undir einum verkfalli sum hesaferð.
Hon skilir, at fólk royna at gardera seg sum best í slíkari støðu, men ásannar, at tað eru ikki øll, sum hava líka nógvan pening at keypa fyri.
- Tað er spell, um fólk keypa so nógv inn undir seg, at vørurnar spillast samstundis sum onnur, ið hava minst líka so stóran tørv á matvørum og øðrum, men hava minni ráð at keypa inn í stórum, koma at sita við lítlum ella ongum, sigur Ingeborg.
Undantøk
Hon vísir á, at strandfaraskipini, sum eru rakt av verkfallinum, men hava fingið undantaksloyvi at sigla, kunnu ikki flyta vanligan farm um firðirnar. Tó er mjólkin undantikin.
- Vit hava avgjørt, at mjólkaflutningurin verður ikki raktur av verkfallinum, ei heldur tey gomlu og sjúku á sjúkrahúsunum og røktarheimunum kring landið. Matur verður borin, og tað verður vaskað, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í FA.