Dálking og dun
Fólk í Kaldbak eru órógvað.
Hinumegin fjørðin hava tey í fyrsta lagi Sundsverkið á Sundi og komunalu brennistøðina á Sandvíkarhjalla, og nú verður nýtt asfaltverk bygt á Sundi.
Seinastu tíðina hevur eisini verið frammi at leggja eina fríhavn á Sundi, har eitt nú russiskir trolarar, sum nú liggja á Havnarvág, kunnu umskipa, bunkra og annað.
Vesturættirnar eru tær, vit hava mest av, og tí kann ikki útilokast, at ein ávísur dálkingarvandi er til steðar, tá ið kaldbaksfólk bæði hava brennistøð, el-verk og nú eisini fáa asfaltverk beint hinumegin fjørðin.
Á Kaldbaksfirði er aling, og eisini hevur ein ávís hummaraveiða verið á fjørðinum.
Óhugnaligt
Martin Justesen, sum býr í Kaldbak, var fram við á Sosialinum mikudagin.
Hann heldur, at tankin um fríhavn á Sundi tykist óhugnaligur, tí so stutt er um fjørðin, og einki rák er á fjørðinum.
- Tað er eingin ivi um, at dunið frá stóru trolarunum, sum ætlandi skulu liggja á Sundi, fer at órógva býlingarnar í Kaldbak og ikki minst nýggja býlingin Á Fløtu, sum liggur nakrar fáar hundrað metrar yvir av.
Hann vísir á, at tað var ikki lítið, sum hoyrdist til nýggju motorarnar á Sundi, tá ið hesir komu.
- Tað ljóðaði, sum um ein stórur bussur stóð uttanfyri dyrnar alla tíðina. Ikki fyrr enn kaldbaksfólk gjørdu vart við hetta í bløðunum, varð bøtt um hesi viðurskifti. Nú hoyrist lítið til motorarar longur, og tað fegnast vit um.
Martin fýlist á, at eingin alment hevur gjørt vart við, at asfaltverk nú eisini verður bygt á Sundi.
Nú talan eisini er um at leggja eina fríhavn beint yvir av býlingunum í Kaldbak, helt hann, at hann ikki kundi tiga longur.
- Jú, tað er óhugnaligt at ímynda sær, at tann stóri russarafloti, sum mangan liggur á Havnarvág, nú kanska skal flytast inn á Sund. Tað er nóg ringt, at hann liggur á reduni og larmar. Inni á Sundi eru fjøll, og tað er óhugsandi, at larmurin ikki fer at órógva bygdarlívið í Kaldbak.
Martin Justesen sigur, at hann eisini stúrir fyri dálking, um ætlanin við fríhavnini á Sundi verður veruleiki.
- Aftrat øllum, sum her er nevnt, hevur einki verið frammi um radararnar á Sornfelli, sum geva kraftmiklar stálir frá sær, sigur hann at enda.
Ikki eftirspurd
Á hvørjum kommunuvali verða trý fólk úr Kaldbak vald í eina sonevnda Kaldbaksnevnd. Tveir aðrir limir eru í nevndini, sum eru politiskt valdir. Formaður er borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen.
Tey, sum umboða Kaldbak í nevndini í løtuni, eru Edit Vang, Elsuba Vang og Petur Nolsøe.
Edit sigur, at áður var Sund ein partur av Kaldbaks sókn, og hon meinar, at Kaldbaksnevndin upprunaliga eisini fevndi um tey, sum búðu á Sundi.
- Men tað vísir seg í dag, at vit hava onga ávirkan á, hvat gongur fyri seg á Sundi, og vit verða snøgt sagt ikki eftirspurd.Hon sigur, at lokalu umboðini í Kalbaksnevndini av sínum eintingum tóku málið um nýggja asfaltverkið á Sundi upp á fundi í nevndini undir "ymiskt".
- Hóast vit mótmæltu verkætlanini harðliga og mótmæltu, at málið ikki er tikið upp í nevndini, fingu vit bara at vita, at málið er avgreitt. Okkum dámar slett ikki, at asfaltverk verður bygt á Sundi, og vit ynskja verkið, har piparið grør, sum hon tekur til.
Edit sigur, at tað tykist, sum um Tórshavnar býráð heldur seg kunna leggja allan "lort" á Sundi uttan at spyrja Kaldbaksnevndina um nakað sum helst.
- Okkara meining er, at Kaldbaksnevndin framvegis eisini eigur at fevna um Sund, og tí kenna vit okkum sett til síðis, tá ið ræður um útbyggingar og ætlanir á Sundi, sum liggur beint yvir av okkum, sigur hon.
Við upp á ráð
Edit sigur, at málið um umrøddu fríhavnina á Sundi er so nýtt, og tí hava tey ikki tikið hetta málið upp í Kaldbaksnevndini.
- Okkum dámar slett ikki, at ein møgulig fríhavn í Føroyum verður løgd á Sundi, og hesum fara vit at mótmæla harðliga.
Hon sigur, at tey onkuntíð hava hildið, at olja lekur úr Sundsverkinum, men teimum er sagt, at talan er um kølivatn, sum hevur nakað av olju við sær.
- Hetta hevur higartil ikki verið ein stórur trupulleiki, men tað er ikki so sjáldan, at tað bráar inni á fjørðinum.
Edit heldur, at nú so nógv er frammi um, at olja verður mist á sjógv undir bunkring, er tað ræðandi at hugsa sær, at ein stórur trolarafloti kanska fer at liggja á Sundi í framtíðini.
Hon sigur, at áðrenn bøtt varð um dunið frá nýggju motorunum á Sundsverkinum, kundu myndir á vegginum og veggir ristast.
- Umframt at dunið hoyrdist yvir um fjørðin, merktust ristingarnar nógvastaðni í bygdini, sigur hon.
Edit sóknast eisini eftir árinskanningum í samband við brennistøðina á Sandvíkarhjalla.
- Eg havi skilt, at fleiri kanningar eru gjørdar í Leirvík í samband við brennistøðina á Hagaleiti, og har er mær vitandi staðfest, at seyður, sum gongur uppat økinum, er meira fongdur við dioxin, enn seyðurin í haganum har norðuri annars er.
Edit Vang sigur seg at enda vóna, at býráðsmyndugleikarnir í høvuðsstaðnum í størri mun enn higartil fara at taka Kaldbaksnevndina við upp á ráð, tá ið ræður um Kaldbaksfjørð og økið á Sundi.