Fólk í Hvalbiar kommunu tjena væl

Tað er nógv vinnuvirksemi í Hvalbiar kommunu, og fólk tjena væl. Hetta sæst eisini aftur í skattainntøkunum hjá kommununi.

Hvalbiar kommuna hevur fyrst tríggjar mánaðirnar í ár fingið 951.000 krónur meira inn í persónsskatti enn somu tíð í fjør, og borgarstjórin heldur, at tað er trupult at gerast klókur upp á skatt og skattainntøkur.

 

- Men, eg trúgvi, at ein orsøk til økta skattin er, at eitt nú sjómenn við norskum skipum hava fingið bonus útgoldið í hesum árinum. Nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum í ár, og skip og manningar hava fingið góðan prís fyri fiskin, og góðir túrar eru gjørdir, eitt nú á svartkalvaveiði. Aftrat hesum hava eitt nú handverkarar í kommununi havt úr at gera.

 

Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson.

 

Arbeiðið við at byggja barnagarðin í Hvalba gongur sína gongd, og borgarstjórin væntar, at stoypiarbeiðið fer at byrja nokso skjótt. Enn er hetta arbeiði ikki byrjað, men hann væntar, at tað verður rættiliga skjótt.

 

- Í fyrstuni ætlaðu vit at byggja ein barnagarð til 60 børn, men nú byggja vit til 80 børn, soleiðis at tørvurin á vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla verður nøktaður nøkur ár fram í tíðina. Umleið 60 børn eru í kommununi, sum antin eru í vøggustovu, barnagarði ella frítíðarskúla.

 

Sum er, hevur Hvalbiar kommuna einar 12 dagrøktarmammur, og kommunan hevur havt eitt samstarv við Tvøroyrar kommunu á økinum, sum nú er sagt upp. Trúgvi Gudmundarson, borgrstjóri, sigur, at barnagarðurin, sum ætlandi verður liðugur um eitt lítið ár ella so, eisini verður atkomiligur hjá fólki við rørslutarni.