Fólk í Havn fáa ikki meiri skatt komandi ár

Tórshavnar Kommuna ætlar at tátta eitt sindur í komandi ár, men ætlanin er hvørki at hækka skattin ella at lækka barnafrádráttin

Fíggjarætlan

Tað er ikki bara í Tinganesi, at tey í hesum døgum stríðast við at fáa eina fíggjarætlan at ganga upp.
Eisini í kommununum runt um í landinum, er skjøtil við at verða settur á fíggjarætlanirnar fyri komandi ár.
Ikki minst er nógv fundarvirksemi í Tórshavnar Kommunu hesar dagarnar, tí eisini í høvuðsstaðnum verður roynt at finna útav, hvussu kommunan skal rekast komandi ár.
Fíggjarætlanin hjá Tòrshavnar Kommunu kemur til fyrstu viðgerð í býráðnum í næstu viku.
Og eins og hjá landsstýrinum, ætlar Tórshavnar Býráð eisini Tórshavnar Býráð at taka fíggjarligu teknini í sól og mána til eftirtektar.
? Ábendingar eru um, at fíggjarliga framgongdin verður ikki so stór komandi ár, sum hon hevur verið og tað mugu vit leggja upp fyri í fíggjarætlanini sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.

Varlig fíggjarætlan
Hann sigur, at talan verður tí um eina varliga fíggjarætlan, sum verður løgd fyri Býráðið í næstu viku.
Fíggjarætlanin í ár javnvigar við 438 milliónir og næsta ár verður fíggjarlógin 445 milliónir.
Við hesum er talan bara um eina hækking upp á sjey milliónir . Sostatt er talan at kalla um ein null vøkstur, so ásannast má, at inntøkurnar eru sera varliga mettar.
Men borgarstjórin leggur kortini dent á, at, at hóast fíggjarligu útlitini ikki eru heilt so bjørt longur, er als ikki talan um kreppu og hann leggur dent á, at ætlanin er hvørki um at hækka skattin ella at lækka barnafrádráttin.
Kommunuskatturin í Havn er 18,75% og barnafrádrátturin er 4.500 krónur um árið og tað verður tað sama komandi ár.
Ætlanin er heldur ikki at taka lán, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.
Og Jan Christiansen sigur, at býráðið metir avgjørt, at hóast talan verður um null vøkstur í fíggjarætlanin næsta ár, fer tað at bera væl til at reka kommununa.
? Støðan hjá kommununi er tann, at vit eru at kalla skuldarfrí. Tað, vit eigar til góðar, samsvarar so dánt við tað, vit skylda.
Hann mintust kortini ikki í høvdinum, hvussu stór skuldin hjá kommununi er.
?Men hetta førir við sær, at útreiðslurnar til rentur og avdrátt eru munandi minkaðar og tí hevur kommunan hampiliga gott rásarrúm at arbeiða, hóast fíggjarætlanin stendur í stað, sigur hann.