Fólk hava altíð sett hvør øðrum stevnu

- Frísk og normal fólk hava tørv á breiðum sambandi við onnur fólk, sigur sálarfrøðingur

- Vit menniskju hava ein sosialan tørv, og tað er gamalt at fólk seta hvør øðrum stevnu.

Tað sigur sálarfrøðingurin Eyðun Joensen við Ólavsøkublaðið hjá Miðlahúsinum.

- At fólk seta hvør øðrum stevnu er gamalt og alheims og er helst borið okkum í hold og skinn, sigur hann.

- Frísk og normal fólk hava tørv á breiðum sambandi við onnur fólk, ikki minst at hitta gamlar kenningar, ið ein ikki hittir gerandis. Bara tað kann kennast forkunnugt, fyri ikki at tala um møguleikan fyri at sýna ella sjálvur taka við blíðskapi, sigur Eyðun Joensen.

Ólavsøkuprátið við Eyðun Joensen kann lesast í fullum líki í Ólavsøkublaðnum 2016, sum er borið í hvørt hús í landinum.