Fólk harmast dripnu svanirnar

Avgerðin hjá Eiðis kommunu um at avtaka svanirnir á vatninum hevur veruliga vakt ans millum fólk og viðmerkingarnar á sosialu miðlunum eru í øllum høvuðsheitum neiligar mótvegis avgerðini.

 

Svanirnir vóru avtiknir, tí at teir høvdu lopið á eina gentu á súkklu, ið var komin framvið.

 

Nógvar av viðmerkingunum snúgva seg um, at onkur onnur loysn kundi verið funnin, og fleiri spyrja, um tað ikki hevði verið møguligt at flutt svanirnir á annað vatn. Onnur halda, at tað mátti verið nokk at sett kunningarskelti upp at kunna fólk um, at svanirnir kunnu vera illir í sær, tá teir hava ungar.

 

Onnur samanbera við onnur lond og ein skrivar soleiðis í eini viðmerking.

- Í Svøríki klára fólkini at liva saman við úlvum og bjarnum. Í Afrika eru leyvir, krokodillir og flothestar. Í Amerika og Australia ber eisini til at liva saman við krokodillum. Í FO skulu friðaðir fuglar sum verja sínir ungar, við at bíta í eina súklu, plaffast niður.