Á býráðsfundi 28. mai 2018 samtykti býráðið í Sunda kommunu at taka skúlan á Bø í Haldórsvík niður. Tá skúlin er tikin niður, verður økið hampað og gøta gjørd oman á sandin.
- Vit eiga tveir skúlabygningar í Haldórsvík, og gamli skúlin er nú settur í stand. Skúlin á Bø tørvar nógvar ábøtur og av tí, at kommunan frammanundan hevur ein gamlan skúla, sum er settur í stand, so hevur býráðið samtykt at taka skúlan á Bø niður.
Í Sunda kommunu leggja tey aftrat, at niðurtøkan verður framd í summar.
Men, tað eru ikki øll, sum eru so fegin um hesa avgerð hjá Sunda kommunu. Fólk í Haldarsvík hava vent sær til In.fo um hetta mál, har tey harmast um, at hesi húsini, sum Hans Pauli Joensen bygdi sum sethús í 1923-1924, nú skulu takast niður.
Hans Pauli Joensen var skipari og handilsmaður og hevði matvøruhandil í kjallaranum í fleiri ár, og í Haldarsvík eru tað tey, sum halda, at hesi húsini eru nokso sermerkt, eitt nú við serstøkum kvistum.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at tá skúin er tikin niður, skal økið hampast, og ætlanin er eisini at gera eitt hugnaligt trivnaðarøkið her í bygdini, har gomlu trøini verða varðveitt og skulu gerast ein partur av økinum.
Fólk í Haldarsvík, sum hava vent sær til In.fo, eru ikki so samd við Sunda kommunu um, at húsini eru í so ringum standi, og tey halda eisini, at gomlu húsini hjá Hans Paula Joensen, sála, hava eitt ávíst søguligt virði í bygdini.