Tað er ikki oftari enn so, at tað er dansur bæði í Miðvági og í Sørvági sama vikuskiftið, men hetta vikuskiftið var eitt undantak í so máta. Flogbóltsdansur var í Miðvági í sambandi við Giljaneskappingina og »Aftur í 60-árini« var í Sørvági og av løgreglustøðini í Miðvági frætta vit, at alt gekk upp á stás.
? Tað yngra ættarliðið helt seg í Miðvági meðan tey sum eru eitt sindur eldri hildu til í Sørvági, og tað gekk sera friðarliga fyri seg. Fólk vóru í góðum hýri og tað var tað, tíbetur, sigur vakthavandi av flogvøllinum, har størsti parturin av teirra arbeiðsdegi verður brúktur.
Løgreglan í Miðvági hevur ábyrgdina av at taka ímóti ferðandi um flogvøllin og nú Atlantsflog er farið undir summarferðaætlanina hevur løgreglan fingið eitt sindur meira at takast við.
? Atlantsflog fór fyrsta túrin til Aberdeen sunnukvøldið og kom aftur fyrrapartin í gjár og tað merkir, at vit skulu vera her fyri at taka ímóti teimum, men tað er hugaligt arbeiði, sigur vakthavandi.










