Við tiltakinum Peace One Day eru Føroyar nú við í heimsfevnandi friðarátaki, og Fólk Fyri Friði hava tí gjørt av at stuðla tiltakinum fíggjarliga við 15.000 krónum.
Fólk Fyri Friði fegnast um, at heimsfevnandi friðarátakið Peace One Day eisini verður í Føroyum,
nú skipað verður fyri friðartiltaki í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Tað er gleðiligt, at hugskotið hjá bretska filmsmanninum, Jeremy Gilley, at lýsa ein heimsins friðardag sostatt nú verður framt í verki í Føroyum.
Endmálið við altjóða átakinum Peace One Day er m.a., at allir stríðandi partar skulu halda vápnahvíld og at alt stríð skal halda uppat hendan eina dagin. ST hevur tikið undir við hugskotinum og lýsti í 2001 tann 21. september sum alheims friðardag. ST aðalfundurin heitti í hesum viðfeingi á allar stríðandi partar um at binda frið, ikki at nýta harðskap og at umhugsa støðuna í heiminum hendan ásetta dag.
Peace One Day er eitt gott høvi hjá hvørjum einstøkum at hugsa um frið, at vísa vilja til frið og til at viðurkenna tann týdning, ið friðararbeiði hevur fyri mannaættina.
Fólk Fyri Friði vóna, at tikið verður væl ímóti hesum frálíka tiltaki, sum ungdómsmiðilin MESS skipar fyri.
Við tiltakinum Peace One Day eru Føroyar nú við í heimsfevnandi friðarátaki og Fólk Fyri Friði hava tí gjørt av at stuðla tiltakinum fíggjarliga við 15.000 krónum.