Allar tíðindarásir við virðing fyri sær sjálvari senda beinleiðis frá krígnum í Irak alt samdøgrið á tamb.
Føroyingar hava nógvar rásir í at velja, og tann fjórðingurin, sum bara hevur SvF at líta á, kann ugga seg við, at sjónvarpið samsendir við BBC, tá onki annað er á skránni.
Sostatt er ríkiligt høvi hjá føroyingum at fylgja við krígnum hjá USA og tess sameindu ímóti Irak. Og líkt er til, at føroyingar taka av.
65% av teimum 502 fólkunum, sum Gallup Føroyar spurdi um vikuskiftið, siga at tey fylgja sera væl ella væl við krígnum í Persaraflógvanum. 18% fylgja »sera væl« við og 47% fylgja »væl« við. 31% fylgja »ikki so væl« við og bara 4% fylgja »als ikki« við.
Um tað er nógv ella lítið, veldst um eygað, sum sær, men tað er fyri lítið at rokna ímóti USA.
Í USA fylgja 95% væl ella sera væl við teirra hermonnum í Irak, vísir ein kanning, sum varð gjørd 22. og 23. mars. Heili 63% amerikanarar siga seg fylgja sera væl við. Bara 4% fylgja ikki so væl við, og einans 1% fylgir als ikki við.










