Nú ber til at fara í oljudans í Havn. Nýggja diskotekið, Platform, letur upp í kvøld, og hetta dansistaðið brúkar oljuvinnuna sum konsept.
Platform fer at halda til í bygninginum hjá Havnar Klubba, og tá hurðarnar verða latnar upp í kvøld, verða fólk boðin inn í eitt eksklusivt stað, har nógv verður gjørt burtur úr innbúgvi, umhvørvi og hugna.
Í sambandi við at Platform letur upp, fer rockbólkurin, All that Rain, at spæla í kvøld og í annaðkvøld.
Næsta vikuskiftið verða útlendskir gestir í Platform. Christian og Michael, sum er kendur frá sjónvarpsrøðini Baren koma til Føroya, og teir fara at hava show í Platform hóskvøldið 7. og fríggjakvøldið 8. juni.
Málbólkurin hjá nýggja dansistaðnum eru fólk fyrst í 20?unum og eldri.










