Fólk finna ikki inngongdina

Politistar skammast í nógvum førum av politistøðini í Havn. Serliga er tað uttaná, at teir als ikki eru ernir av støðini. – Hetta er kanska ljótasti bygningur í Havnini, og fólk finna ofta ikki inngongdina, sigur Jan Poulsen, politistur

Jan Poulsen er formaður í Politistafelagnum, og hann er sera harmur um, hvussu viðurskiftini á landsins størstu politistøð eru.

- Ofta fara fólk inn í garðin, har tey onki hava at gera, tí høvuðsinngongdin er so óinnbjóðandi, at mann følir seg kriminellan, um mann kemur inn tann vegin, fortelur Jan Poulsen, sum eisini heldur, at bygningurin sær meira út sum ein hernaðarleivd enn ein politistøð.


Ikki at bjóða fólki

Formaðurin metir, at viðurskiftini eru so galin, at arbeiðsfólkini skammast av tí.

- Høvdu vit kunna, so høvdu vit broytt nógv. Tað kann ikki vera rætt, at fólk aftra seg við at fara inn á støðina, tí bygningurin er so ljótur. Fasadan uttan er nógv tað ljótasta, men innan eru eisini ting, ið als ikki eru hóskandi fyri eina poltistøð anno 2008, sigur Jan Poulsen.


Vindeygu dottin út

Inni á støðini sæst væl, at bygningurin er heilt gamal og tørvar ábøtur. Í alt summar hevur likið niður í høvdini hjá teimum á narkodeildini og tað er ikki nakað eindømi.

- Fyrr eru vindeygu dottin út. So tey hava ligið knúst á vegnum, meðan summi vindeygu hava likið heilt illa, so menn hava sitið í jakka og húgvu til arbeiðis, fortelur Jan Poulsen.


Fólk venja seg við nógv

Hinvegin heldur formaðurin ikki, at tey hava tað so ringt á støðini heldur.

- Onkuntíð koma nýggj fólk, sum finnast at, hvussu skilið er her, men tað vísir seg at fólk venja seg við nógv. Tað er kanska tí eg ikki meti, at tað er so galið innan, men hevði mann um ikki annað fingið betrað um viðurskiftini í avgreiðsluni, hjá vakthavandi og so sjálvandi fasaduna alla sum hon er, so hevði tað broytt nógv, greiðir Jan Poulsen frá.