Hermann Oskarsson, stjóri fyri Hagstovu Føroya, og limur í strategibólkinum um tilfeingi.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt tað vera eina knallgóða idé, at vit í Føroyum fáa nakað at savnast um. Og eftir framløguna í dag, eri eg enn imponeraður. Haldi at tey, sum skipa fyri, tykjast energisk og dugnalig«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki í 2015?
»Hagstovan skal vera í minsta lagi dupult so stór, skulu vit nøkta tørvin á hagtølum«.
--
Laila Solmunde, forkvinna í MBF og limur í Visiónstorginum
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt beinanvegin, at tað ljóðaði spennandi, tí tað er altíð gott at seta sær langsiktað mál. So nú mugu vit øll til arbeiðis. Annars eri eg vónbrotin av, at vælferðarmálini skulu vera seperat frá øllum hinum strategibólkunum. Eg frykti, at økið fer ikki at verða raðfest nóg ovarliga, tá bólkurin er nummar 13 og uttanfyri hinar. Tað kennist sum at 12 fara upp í bussin, og at tann 13. rennur aftaná«.
--
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Tað er altíð gott at seta sær mál. Men vit skulu samstundis ansa eftir, at vit ikki dusa okkum í visiónini, so hon verður ein illusión. At seta sær mál, er ikki nakað nýtt, tað gera vit alla tíðina innan fakfelagsrørsluna. Annars fílist eg á, at fakfeløgini ikki hava nakað umboð í strategibólkinum um arbeiðsmarknaðin. Tey grundleggjandi fakfelagssjónarmiðini kunnu bert umboðast av fakfeløgunum«.
---
Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Skúlabókagrunni og limur arbeiðsbólkinum um vælferðarráð
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg haldi, at hetta er gott, tí tað er langsiktað. Tað hevur stóran týdning, at tað verður ein felags visjón fyri alla tjóðina, høg sum lág. Tað má ikki gerast eitt akademiskt projekt«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki í 2015?
»Vit mugu modernisera vælferðarhugtakið, so tað eisini hóskar til tørvin í framtíðini. Tí verður helst eisini neyðugt at taka nakrar illa lýddar, men neyðugar avgerðir. Núverandi vælferðarskipan tekur støði í samfelagnum, sum tað sá út fyri mongum árum síðani«.
--
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag og limur í strategibólkinum fyri útbúgving
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Í fyrsta umfari má eg við ganga, at eg hugsaði flosklar - at okkurt skulu tey finna uppá. Men eftir dagin í dag, er tað blivið meira ítøkiligt, og eg eri nógv meira positivur. So nú taki eg fult undir við ætlanini og haldi, at vit skulu fara til arbeiðis beinanvegin«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki í 2015?
»At eftirútbúgving til lærarar verður ment nógv, er mín vón«.
--
Jenny Petersen, stjóri fyri Tjóðpall Føroya og limur í strategibólkinum fyri mentan
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Tað er í tøkum tíma, at vit seta okkum nøkur langsiktað mál. Haldi, at alt hevur verið ov nógv ad hoc«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki í 2015?
»Eg vóni, at vit fáa ein skipaðan mentanarpolitikk, og at vit gera meira fyri at fáa listafólk okkara út í heim. Og so ynski eg, at vit styrkja list, sum ikki bert er til eyga og oyra, so sum bókmentir og sjónleik. Og so kundi eg hugsað mær, at Tjóðpallurin er veruleiki í 2015«.
--
Gloria Kalsø, lærari í Handilsskúlanum og limur í bólkinum um íverksetan
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt, at tað ljóðaði gott. Vit mugu seta okkum mál, um vit skulu ikki arbeiða í blindum. Tað eru so nógvar broytingar í heiminum, og vit noyðast at fylgja við. Tá vit seta okkum mál, koma vit eisini fram á, hvar okkum tørvar meira vitan«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki í 2015?
»Innan útbúgvingarøkið er tað vón mín, at skipanin verður somikið dynamisk og fleksibul, at øll í Føroyum kunnu fáa eina útbúgving á einum høgum støði, óansæð hvar tey búgva. Tað skulu ikki vera bygningar, men bygnaður, sum eru í hásæti«.
--
Gissur Patursson, vinnulívsmaður og limur í bólkinum um íverksetan.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg hugsaði, at tað er uppá tíðina, at vit hyggja longur fram enn fimm ár. Og so skulu vit ikki halda, at vit í Føroyum eru so vánalig enntá, men sjálvsagt kunnu vit altíð gerast betur«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki í 2015?
»At yngri fólk við genialum hugskotum lættari skulu koma í gongd, og at tað sum heild verður lættari at vera íverksetari. Altjóðargerðin er í hesum sambandi nakað positivt og ein avbjóðing. Og so skulu vit beinanvegin fáa fleiri og betur hagtøl at arbeiða útfrá«.
--
Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum og limur í strategibólkinum um sjálvstýri.
Hvat hugsaði tú fyrstu ferð, tú hoyrdi um Visjón 2015?
»Eg helt, at tað var fínt, tí øll hava brúk fyri at hugsa um, hvar vit eru, og hvar vit vilja fara«.
Hvørjar broytingar hugsar tú tær innan títt øki, í 2015?
»Innan undirvísing og gransking er tað mín vón, at vit fáa meira pening at arbeiða við, so granskingin kann koma upp á eitt hægri støði, og soleiðis gerast sjálvbjargin«.