Tá streymurin fer, fara fólk á netið - um tey hava 3G! Tað vísa hagtøl hjá Føroya Tele frá hóskvøldinum.
Um hálvgum níggjutíðina hóskvøldið hendi eitt black-out á Sundsverkinum, sum hevði við sær, at streymurin fór í øllum meginøkinum í landinum. Meginøkið fevnir um alt landið uttan Suðuroy, Stóru Dímun, Skúvoy, Koltur, Mykines og Fugloy, ið hava sína egnum elveiting.
Streymurin var burtur í út við ein tíma, og tá er ikki nógv annað at gera enn at bíða, til streymurin kemur aftur.
- Nógv av tí, sum fólk fáast við, steðgar. Steikin í ovninum má hvíla, og eitt nú ber ikki til at hyggja í sjónvarp ella hoyra útvarp, og tú kanst ikki fara á vanliga internetið.
Tað sigur Føroya Tele, sum vísir á, at nøkur ting bera kortini til, um tú hevur rætta sambandið.
- Tú kanst tosa í vanligu fastnettelefonina, um hon væl at merkja ikki krevur streym, tú kanst tosa í fartelefon, og hevur tú farbreiðband er heldur eingin forðing fyri at fara á netið við antin fartelefonini, fartelduni ella Ipad.
Hagtølini vísa, sigur Føroya Tele, at øgiliga nógv fleiri fóru at tosa í fartelefon ella fóru á farbreiðbandið, tá streymurin fór.
- Trýstið var so stórt, at farbreiðbandið og GSM-netið breyt av í ávísum førum. Sum ikki einaferð er fastnetið álitið, tá á stendur.
Føroya Tele sigur, at talið á fólkum, sum tosaðu í fartelefon samstundis, vaks við 225% hendan tíman hóskvøldið.
- Somuleiðis vaks nýtslan av data á 2G og 3G við 450%! So, hóast vanliga fasta internetsambandið fer, ber til at fara á netið, um tú hevur 3G, hóast streymurin er farin.
Tað sigur Føroya Tele á síni heimasíðu.