Fólk fáa valkort av órøttum

Onkur fáa valkort, hóast tey ikki eru limir í Fólkakirkjuni, meðan onnur, sum halda seg hava valrætt, einki valkort fáa.

 

Fleiri fólk hava vent sær til Miðlahúsið og boða frá, at tey hava fingið valkort til kirkjuráðsvalið, hóast tey hvørki eru limir í Fólkakirkjuni ella rinda kirkjuskatt.

 

Sambært Føroya Stiftsstjórn eru tað teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kirkjusóknini, har val verður, sum fáa valkort.

 

Hvørki hjá Føroya Stiftsstjórn ella Landsfólkayvirlitinum kenna tey til trupulleikan. Ongin hevur vent sær til teirra við júst hesum trupulleikanum, men hjá Landsfólkayvirlitinum viðganga tey, at feilir kunnu vera í skrásetingunum.

- Ein dagføring av skipanini í 1997 gjørdi, at onkur, sum annars ikki eru limir í Fólkakirkjuni, kortini eru skrásett sum limir. Hetta varnast vit kortini ikki, uttan so at fólk gera okkum vart við tað, sigur Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðari.

 

Mótsattu støðuna kenna tey tó væl til.

- Tað eru nógv, sum hava vent sær til okkara, tí tey ikki hava fingið valkort, men kortini halda seg hava valrætt, sigur Andrias Ziska í Føroya Stiftsstjórn, og tulkar hann tað sum  at tað eru nógv sum eru góð við kirkjuna og ynskja at gera sína ávirkan galdandi.

 

- Í hesum førinum snýr tað seg sum oftast um fólk, ið hava búð uttanlands, men ikki eru rætt skrásett, tá tey koma aftur til Føroya. Tey fáa so eitt valkort sendandi, tá tey gera vart við seg, sigur Malene Egeberg Jacobsen.

 

Kirkjuráðsvalið verður týsdagin 7. novembur.

Hon heldur kortini, at hetta er eitt kærkomið høvi hjá Landsfólkayvirlitinum at rætta í yvirlitinum.

- Tað eru sum sagt ávísir skeivleikar í, men at vit hava val fjórða hvørt ár ger, at vit kunnu gera rættingar, tá fólk gera vart við skeivleikarnar. So um fleiri eru, sum antin hava fingið valkort av órøttum ella ikki hava fingið valkort, men halda seg eiga, so er at seta seg í samband við Landsfólkayvirlitið ella Stiftsstjórnina, sigur hon.