John Martin Olsen, sum í løtuni er innsatsleiðari hjá løgregluni í Runavík, sigur, at veðurforsagnirnar siga frá eystri og landsynningi eystri teir næstu tímarnar, og tí kunnu fólk, sum búgva á eystara armi á Skálafjørðinum, fyribils fara heimaftur. Ein løtu seinnapartin hevði roykurin, sum kemur frá Athenu, hug at fara meiri norður yvir, soleiðis at hann tá kom inn yvir Glyvrar, Lambareið og innaru bygdirnar á eysturarminum á Skálafjørðinum.
Í hesum sambandi varð mælt fólki í hesum bygdum til at fara úr húsum sínum orsakað av vandanum við eitrandi royki.
Portalurin hevur júst verið í samband við John Martin Olsen, sum síðan tíðliga seinnapartin í dag hevur havt innsatsleiðsluna á løgreglusíðuni um hendi.
- Nú veðurforsagnirnar siga, at ættin verður millum eystan og landsynning eystan teir næstu nógvu tímarnar, vilja vit boða frá, at fólk, sum búgva á Glyvrum, Lambareiði og í innaru bygdunum á eystara armi á Skálafjørðinum, nú kunnu fara heimaftur.
John Martin Olsen sigur, at boðini um at fólk nú kunnu fara heimaftur soleiðis fevna um eystara arm á Skálafjørðinum.
- Sambært nýggjastu veðurforsagnunum er ikki vandi fyri roykeitran hjá fólki í hesum øki, og tí kunnu tey nú fyribils fara heimaftur, sigur innsatsleiðarin.
Fólk á vesturarminum á Skálafjørðinum noyðast hinvegin at brynja seg við toli, nú tað framvegis rýkur úr Athenu, og eldurin enn ikki er slóknaður.
Myndin av Athenu, sum vit prenta saman við hesi greinini, er tikin fyrr í dag, tá roykur og eldur vóru upp á tað mesta.