Um sjeytíðina í kvøld fór alarmurin í gongd í SMS í Havn. Øll fólk vórðu biðin um at fara úr bygninginum gjøgnum nærmastu dyr.
Einki óvanligt var tó at síggja, og fólk fóru róliga út.
Bogi Andreasen, býlingsstjóri í SMS sigur við Portalin, at tey enn ikki kenna orsøkina til, hví alarmurin fór í gongd, men at tey høvdu tryggjað sær, at eldur ikki var í bygniginum.
Skipanin er rættiliga følsom og kann fara í gongd av yvirtrykki, sigur Bogi Andreasen.
Bogi Andreasen sigur, at húsið av trygdarávum verður verandi stongt, til tey hava funnið orsøkina men tað væntar hann ikki fer at vara so leingi.